Veitarar av jarðhitaloysnum

Okkara heita undirgrund vermir tey fyrstu stigini. Púra natúrliga. So skal munandi minni orka til at hita tey seinastu stigini. Tosa við Demich, Krosstein ella Mariu Poulsen um eina jarðhitaloysn. So koma vit at bora.

Føroyskt grót
Demich
Demich

Samlað veiting "In-house", ráðgeving, veiting av hitapumpu/tilfari, uppsetan og tænastusáttmáli.

Í meira enn 60 ár hava oljuketlar verið tann mest brúkta orkuloysnin í Føroyum. Fyrst í hesi øldini vóru fyrstu royndirnar gjørdar við hitapumpum, sum heildarloysn, til sethús og bygningar.

Krosstein
Krosstein

Krosstein umboðar svensku Thermia hitapumpurnar, sum hava verið í útboði á marknaðinum í yvir 40 ár, og støðugt mentar til norðurlendska veðurlagið. Hetta ger tær sera vælegnaðar til føroyska veðurlagið.

Maria Poulsen
Maria Poulsen

Ein jarðhitaskipan er ein sera orku- og umhvørvisvinarlig hitaskipan. Jarðhitaskipanir hjá Mariu Poulsen eru frá CTC og tær eru bæði tøkniliga væl royndar, haldførar og álítandi.