Fá tær nú jarðhita
Vit eru her fyri at hjálpa tær, tá tú skalt bora.

Jarðhiti er forbiðið snilt.
Men hvat er tað nú, sum er munurin? Ein vanlig hitapumpa tekur luftina, sum er uttanfyri og hitar hana til at hita vatnið við. Ikki við jarðhita. Her verður ein væta pumpað langt niður í jørðina – gjøgnum jarðhitaholið – og verður hitað av sjálvari undirgrundini. Bara nøkur fá hitastig. Men hesi hitasigini gera stóran mun, tí so skal nógv minni streymur til at hita restina.


Jarðhiti er ósjónligur.
Hevur tú varnast hasar stóru kassarnar, sum sita uttan á húsinum? Ikki við jarðhita. Jarðhitaholið sjálvt er undir jørð. So tað sæst ikki. Og so eitt snøgt skáp sum stendur inni í húsinum. Tað líkist kanska eitt sindur einum køliskápi. Tað er tað heila.
Jarðhiti hoyrist ikki.
Summi hava ein sovorðnan kassa uttan á húsinum. Tað er ein hitapumpa sum stendur og hurrar. Ikki við jarðhita. Har er alt inni í húsinum ella undir jørð. Har er einki ljóð frá tí.


Jarðhiti heldur longri.
Hasar hitapumpurnar, sum fólk hava uttan á húsinum? Tær slítast. Akkurát sum alt annað sum stendur úti. Ikki við jarðhita. Har er alt inni í húsinum ella undir jørð. So tað er púra vart fyri veðrinum. Tað merkir eisini at útgerðin til jarðhita heldur nógv longri enn vanligar hitapumpur.
Jarðhiti brúkar minni streym.
Hví er tað nú vit siga, at jarðhiti er bíligari hvønn mánað? Í mun til hvat? Tað er tí tað brúkar minni streym enn ein vanlig hitapumpa. Sagt heilt einfalt, so brúkar tú streym til at hita vatnið við. Men við jarðhita er tað hitin úr jørðini, sum hitar vatnið tey fyrstu stigini. Og tað sæst aftur á streymrokningini. Tað merkir, at tú brúkar munandi minni streym at hita vatnið við. Hvønn mánað.
