Um felagið
Jarðhiti er eitt føroyskt felag við serførleika at bora eftir jarðhita og at veita burðardyggar hitaloysnir til húsarhald og bygningar. Felagið varð stovnað í 2014 av Ove Karlson og P/F Demich og hevur síðani borað umleið 2.000 hol til jarðhita.

Jarðhiti var fyrsta felagið av sínum slag í Føroyum og hevur víðkað sína tænastu til eisini at umfata m.a. royndarboringar til stórar verkætlanir sum Suðuroyartunnilin, og at loysa uppgáur fyri eitt nú SEV og Tórshavnar Kommunu.
Í 2020 flutti felagið í egnan bygning á Akranesgøtu 6 í Havn, har tey hava eina stóra goymslu við øllum neyðugum tilfari og útgerð. Í vár 2024 fór Jarðhiti saman við felagnum Bora, og við samansetingini varð stovnað ein nýggj og sterkari fyritøka innan jarðhitaboring.
Ørvur Heinesen er stjóri í nýggja felagnum. Nevndarformaður er Christian Nagata, og hini í nevndini eru Anja Rein og Morten J. Bang. Felagið hevur skrivstovur bæði í Havn og Klaksvík.

MuoviTech er ein av stóru veitarunum av Colectorslangum og øllum tilhoyri sum borifeløg hava brúk fyri. MuoviTech hevur patent uppá teirra egnu colector slangur, sum kallast TurboColector.
P/F Jarðhiti brúkar bara hesar slangur í sambandi við jarðhitaboringar. Tað eru nógvir fyirmunir, sum tú sum kundi fært við at brúka TurboColector slangur. Til dømis betri gjøgnumstroyming og lægri trykktap.
P/F Jarðhiti hevur í nøkur á verið limur í einum stórum svenskum borifelagi, sum eitur Borr Företagen. Hetta gevur felagnum atgongd til nýggjastu vitanina á marknaðinum.
Vit hava møguleika at fara til tiltøk, sum felagið hevur, og annars samskifta við onnur feløg, sum hava verið á marknaðinum í Svøriki í áratíggju. Felagið hevur sítt egna blað, og Jarðhiti var við í eini útgávu í 2022.
Hygg eftir tínum grundstykki, og eventuelt hvørji onnur grundstykki hava jarðhita í tínum økið.
Ymiskt áhugavert um jarðfrøðiliga partin í Føroyum.
Ymiskir upplýsingar um framleiðslupartin, prísir við meria sæst hjá SEV
Umhvørvisstovan stendur fyri boriloyvum og ymiskum øðrum ísamband við orkuskiftið
Heimasíða um orkuskiftið í Føroyum
Vit bora























