Krosstein

Krosstein

Umhugsa tit jarðhita? Vit kunnu ráðgeva tykkum við at velja røttu loysnina.

KROSSTEIN umboðar svensku Thermia hitapumpurnar, sum hava verið í útboði á marknaðinum í yvir 40 ár, og støðugt mentar til norðurlendska veðurlagið. Hetta ger tær sera vælegnaðar til føroyska veðurlagið.

Jarðhiti er ein av teimum mest umhvørvisvinarligu, burðardyggu og orkueffektivu loysnunum til upphiting av sethúsum og øðrum bústøðum.

Fleiri viðurskifti eru tó avgerandi fyri, hvør loysn er tann rætta til júst tykkara heim:

  1. Hvussu stórar eru núverandi orkuútreiðslur?
  2. Hvussu stórur er orkutørvurin?
  3. Skal hitaloysnin virka saman við gólvhita, radiatorum ella báðum?
  4. Hvussu stór er tín sparing?
  5. Hvat kostar ein loysn tli tykkara heim?
  6. Hvussu við staðseting og uppseting av jarðhitaloysnini?
  7. Hvussu við garanti, viðlíkahaldi og árligum eftirliti?

Alt hetta kunnu vit hjálpa tykkum við, tí vit veita tykkum eina heildarloysn, sum umfatar alt frá:

  • Ráðgeving um røttu loysnina
  • Samskifti við almennar loyvisgevarar
  • Uppseting av hitaloysn
  • Garanti og regluligt eftirlit
  • Stutta veitingartíð

Vit samstarva við jarðhita um at bora jarðhitahol, og góðkendar el-innleggjarar og montørar kring alt landið, sum tryggja at jarðhitaskipanirnar verða rætt uppsettar.

Árligt eftirlit og viðlíkahald er partur av heildarloysnini, so tit fáa eina rakstrartrygga hitaskipan.

Meira fæst at vita á krosstein.fo