Tú hevur stýr upp á alt. Uttan eitt.
Fá tær nú jarðhita.

Tosa við Demich, Mariu Poulsen ella Krosstein
– so koma vit at bora.

Jarðhiti gevur tær ein natúrligan fyrimun í orkuskiftinum.

Okkara heita undirgrund vermir tey fyrstu stigini. Púra natúrliga. So skal munandi minni orka til at hita tey seinastu stigini. Tosa við Demich, Krosstein ella Mariu Poulsen um eina jarðhitaloysn. So koma vit at bora.

Vit hava borað meiri enn 2.000 jarðhitahol síðan 2014.

Kjarnuvirksemið hjá felagnum er at bora jarðhitahol. Men virksemið fevnir eisini um aðrar boringar. P/F Jarðhiti hevur ígjøgnum árini uppbygt sær stóra vitan um boring í Føroyum.

Føroyskt grót

Ummæli

Ummæli frá kundum, ið hava fingið sær jarðhita.

"Vit høvdu leingi hugsað um at fáa okkum jarðhita, men væntaðu ikki at tað bar til, við tað, at vit búgva á lítlari bygd, og vegurin til bygdina er so gamal og vánaligur. Hettar var ikki ein trupuleiki og alt gekk sera væl. Vit vóru væl nøgd við kunningina frá Jarðhita og halda teir gjørdu eitt sera gott arbeiðið. Kann eisini nevna at jarðhitaskipanin hevur riggað sera væl."

Kundi

"Vit keyptu heildar jarðhitaloysn frá Krosstein í apríl 2021. Jarðhiti stóð fyri boringini, sum gekk skjótt og væl, hóast tað ikki var so lætt at koma til. Borivognurin skuldi lyftast afturum húsið. Hetta bleiv væl úr hondum greitt. Eftir boringina sást einki til stórarbeiði, ið var gjørt. Vit er sera nøgd við alt arbeiðið, og okkara jarðhitaskipan."

Kundi

"Vit keyptu jarðhita loysn frá Demich. Jarðhiti stóð fyri at bora holið. Arbeiðið gekk skjótt og væl. Tað besta var, at arbeiðið var sera væl frágingið. Tað var sera væl ruddað, alt var upptikið og túnið var spulað."

Kundi
Eysturoy

"Vit búgva í mitt í Havn, so vit hildu ikki, at vit kundu fáa jarðhita, vegna lítið pláss. Eitt vinfólkapar hjá okkum høvdu júst fingið sær jarðhita, og bóðu okkum spyrja, hóast plásstrot - tað gjørdu vit so. Nógv skuldi fyrireikast áðrenn boringin kundi byrja, men tá alt kom til alt, so gekk alt arbeiðið sera væl. Takk til tykkum øll, sum fingu hetta at bera til. Takk!"

Kundi í Havn
Har eru nógvar góðar grundir til at fáa sær jarðita: