Búmerkið hjá felagnum

Um felagið.

Í 2008 vóru royndarboringar gjørdar fyri at kanna møguleikan at brúka jarðhita sum orkukeldu í Føroyum. Sviin, Ove Karlson, stóð fyri boringunum.

Í 2014 var P/F Jarðhiti stovnað. Felagið var stovnað av Ova Karlson og P/F Demich. Ígjøgnum árini hava tað verið ymiskir eigarar í felagnum. Seinastu árini hava tað verið 3 eigarar í felagnum, P/F Demich, P/F Ognarfelagið SK og SP/F Leivur Nattestad.

Fyrstu nógvu árini var P/F Jarðhiti einasta felag, av sínum slag, í Føroyum. Felagið hevur, síðan byrjan, bora umleið 1.600 hol. Felagið var stovnað, við tí endamáli, at bora hol, soleiðis at sethús og bygningar kundu brúka jarðhita sum orkukeldu. Sum árini gingu vísti tað seg, at felagið eisini kundi gera aðrar boriuppgávur. Ymiskar royndarboringar, nevnast kann, fyri Landsverk, ymiskar tunnilsætlanir, til dømis ein komandi Suðuroyartunnil, royndar boringar fyri SEV, Tórshavnar Kommunu og arðar uppgávur eisini.

Í 2020 fór felagið í egin hølir á Akranesgøtu 6, í Tórshavn. Felagið hevur stórt lagur við øllum vørum, sum brúk er fyri í samband við boringar.

Fyrstu árini var gomul útgerð brúkt, men í 2017 var nýggj útgerð keypt. Hetta var ein Comacchio GEO600 borivognur, saman við einum Atlas Coppco Y35 kompressara. Síðani tá er nógv útgerð keypt afturat, og felagið hevur nú fleiri borivognar og kompressarar at ráða yvir. Hetta er klárt ein fyrimunur sum ger, at felagið ikki er so sárbært um tað t.d. verða trupulleikar við onkrum kompressara ella borivogni.

Felagið hevur eisini arbeiðsbilar sum eru serstakt innrættaðir til tað brúkið, sum krevst, ísamband við boriarbeiðið.