Búmerkið hjá felagnum

OSS.

Ofta settir spurningar.

Hvussu leingi kann man fáa hita úr einum jarðhitaholi?

Í 100 ár, í prinsipinum í fleiri 100 ár. 

Fyrstu jarðhitaholini í Føroyum vórðu borað í 2008. Mátingar eru gjørdar í nøkrum av teimum holunum heilt fram til í dag, og har er lítil og eingin broyting at síggja. Tað vil siga, at nærum ongin munur er at síggja á hitakurvunum sum standa og mála hesi holini. Hitakurvurnar sveiggja sjálvsagt millum summar og vetur.

Mátingar av hitastigi í boriholi 

Myndin niðanfyri vísir hvussu hitastigið í einum boriholi til jarðhita broytist gjøgnum árið í einum 14 ára tíðarskeiði sum hitaskipanin hevur virkað. 

Á myndini sæst, at hitastigið skiftir millum umleið 10 stig um summarið og 3 stig um veturin, og at hendan gongdin er tann sama øll árini. 

Tá ein jarðhitaskipan verður løgd til rættis, er tað avgerandi at miða eftir júst hesi gongdina i boriholinum. Tað vil siga, at boriholið hevur javnt hitaskifti gjøgnum árini og tí heldur áfram at vera virkið. 

Eitt jarðhitahol kann eisini verða kaldari enn hettar vísur og tað kann eisini verða heitari. Tað er uppgávan hjá HVS-installatørinum at projektera holið so tað kann veita tann orkutørvin húsini og hitapumpan skulu brúka.

Tað sum er altavgerandi er at veitarin hevur valt rætta borilongd ímun til orkutørvin og stødd av hitapumpu.

Hvussu heitt er eitt jarðhitahol?

Miðalhitin 15 metrar niðri í jørðini er umleið 5 gradir. Vanliga økist hitin einar 2,5-3 gradir fyri hvørjar 100 metrar man borar niður í jørðina. 

Tað vil siga (hetta eru umleið tøl):

  • 100 metrar niðri er hitin 2,5 + 5 = 7,5 gradir.
  • 200 metrar niðri er hitin 2,5 + 2,5 + 5 er hitin 10 gradir
  • 300 metrar niðri er hitin 2,5  +2,5  +2,5 + 5 = 12,5 gradir

Jarðhitaboringar hava víst, at vatnið kann verða heilt uppí 27 gradir heitt. Vatnið er nógv heitari enn miðal fleiri staðir í Føroyum. Eitt nú Kollafirði, Hvalvík, Skálafjørði, á Hulki, Saltangará og Leirvík.

Hvussu fær man sær jarðhita?

P/F Jarðhiti arbeiðir saman við P/F Demich og P/F Svend Krosstein. Vinaliga set teg í samband við ein veitara og fá góð ráð og eitt gott tilboð til júst tín tørv. 

Bæði feløgini eru góðkend sum hitapumpuinstallatørar og hava verið nógv ár á marknaðinum.

P/F Jarðhiti kann eisini bora fyri arðar góðkendar hitapumpuveitarar.

Hvussu virkar eitt jarðhitahol?

Dømi:  Eitt jarhitahol verður borað, sum er 240 metrar djúpt. Niður í jarðhitaholið verður ein slanga løgd, sum fer heilt niður á botn og uppaftur. Í slanguni er (1/3 spritt og 2/3 vatn). (Brina)

Grótið, sum jarðhitaholið er borað niður í gjøgnum hevur ein ávísan hita. Vatn úr umhvørvinum setir inn í jarðhitaholið og legst rundan um slanguna við brinuni. Hitin í grótinum hitar brinuna, soleiðis at skipanin kemur í javnvág.

Ein jarðhitaskipan brúkar einar 3 til 4 gradur til at hita eitt hús upp við. Lat okkum siga, at 10 gradir koma upp og skipanin letur 7 gradir niður aftur í holið. Tá ið veskan í slanguni fer niður aftur í jarðhitaholið, er veskan í slanguni kaldari enn umhvørvið, men umhvørvið royndir alt fyri eitt at fáa javnvág í aftur millum umhvørvið og veskuna. Soleiðis er ringrás í í skipanini. 

Nevnast kann eisini at tað eru nógv vatnførandi løg í undirgrundini sum so eisini tilføra holinum orku.

Hvar á grundstykkinum kann man bora?

Staðsetingin verður altíð gjørd í samráði við kundan. Roynt verður at finna eina staðseting har rættur avstandur er til nábúgva og atlit verður tikið til hvar verandi orkuskipan stendur í húsinum.

Tá ið kommunan hevur fingið umsókn um jarðhitaboring, verður umsóknin send Orku á Umhvørvisstovuni til ummælis. Tað er kommunan sum endaliga gevur loyvi til eina jarðhitaboring. Hetta samstarvið (kundi, veitari, kommuna og Orka) tryggjar at atlit verða tikin til grannar, soleiðis at so mong sum gjørligt hava møguleika at fáa sær jarðhita sum sína orkuloysn

Nær koma tit so at bora?

Tá ið tú hevur keypt eina jarðhitaskipan frá veitaranum kemur P/F Jarðhiti at bora. 

Áðrenn borað verður setur P/F Jarðhiti seg í sambandi við kundan, kemur út á staðið at hyggja eftur umstøðunum og at fyrireika boriarbeiði. Tað ber altíð til at ringja til P/F Jarðhita á telefon 278400. Vit eru fús at svara øllum spurningum.

Nær verður hitapumpan so sett upp?

P/F Jarðhiti er undirveitari hjá hitapumpuinstallatøri og tískil er hettar nakað sum verður avtalað við veitaran um.

Hvussu nógv CO2 sparir hitapumpan umhvørvið fyri?

Ein kg av olju gevur 3,2 kg CO2 frá sær, tá hon verður brend. Eini hús, sum brúka 3000 litrar av olju um árið, útleiða sostatt 9,6 tons av CO2 um árið. Ein litur av olju inniheldur umleið 10 kWh av hitaorku, so 3000 litur svara til umleið 30.000 kWh av hitaorku. Av hesi orku koma umleið 27.000 kWh hitaorka til góðar í oljufýrinum. Ein hitapumpa kann hita somu hús við at brúka umleið 6.750 kWh el (her verður rokna við COP=4). Sambært ársfrágreiðing frá SEV útleiðir hvør kWh hjá teimum um 300g CO2. 

Sostatt útleiðir elnýtslan hjá hitapumpuni 2,7 tons av CO2 um árið, ímóti teimum 9,6 tonsunum, sum oljuhitingin hevur við sær. 

Um nøkur ár, tá mest sum øll elframleiðsla hjá SEV kemur úr vatni og vindi, kemur einki CO2 frá eini hitapumpu.

(svar tikið frá us.fo)

Hvat er COP og SCOP?

COP (Coefficient Of Performance) er eitt tal fyri hvussu effektiv ein hitapumpa er, tvs. hvussu nógva hitaorku hon framleiðir í mun til tað el hon brúkar. Vit kalla hetta gagnstig á føroyskum.

Um ein hitapumpa framleiðir 4 kWh hitaorku, og brúkar 1 kWh el, er gagnstigið, ella COP, = 4. Ein effektiv hitapumpa hevur høgt COP og brúkar minni el, og er tí bíligari í rakstri, enn ein hitapumpa við lágum COP. 

Luft/vatn hitapumpur hava nakað lægri COP. COP broytist eftir hitaviðurskiftum. Ein hitapumpa, sum framleiðir heitt vatn(hita/radiator) (60-70°C) til radiatorar, hevur lægri COP enn ein hitapumpa, sum framleiðir knapt so heitt vatn (30-50°C) til gólvhita. Eisini hitin, har hitapumpan tekur orkuna, ávirkar COP. Ein luft/vatn hitapumpa hevur hægri COP um summarið, tá heitari er í veðrinum, enn um veturin, tá tað er kaldari. SCOP (Seasonal COP) verður roknað á sama hátt sum COP, men her verður talt saman yvir eitt heilt ár og hædd tikin fyri ymiskum hitaviðurskiftum.

Hvat er størsti vandin í samband við at fáa sær jarðhita?

Tað er umráðandi at veitarin vegleiðir teg rætt, og hol, hitapumpa og hús passa saman.

Útyvir tað, er størsti vandin sannlíkt, at húsini eftirfylgjandi ikki hava brúk fyri skorsteini. Hetta førir við sær, at tað kann gerast trupult hjá jólamanninum at sleppa inn í húsini, tá hann kemur við gávunum :)