Vit høvdu leingi hugsað um at fáa okkum Jarðhita, men væntaðu ikki at tað bar til, við tað, at vit búgva á lítlari bygd, og vegurin til bygdina er so gamal og vánaligur.
Hettar var ikki ein trupuleiki og alt gekk sera væl. Vit vóru væl nøgd við kunningina frá Jarðhita og halda teir gjørdu eitt sera gott arbeiðið.
Kann eisini nevna at jarðhitaskipanin hevur riggað sera væl.
Kundi
Vit keyptu heildar jarðhitaloysn frá Krosstein í apríl 2021. Jarðhiti stóð fyri boringini, sum gekk skjótt og væl, hóast tað ikki var so lætt at koma til.
Borivognurin skuldi lyftast afturum húsið. Hetta bleiv væl úr hondum greitt. Eftir boringina sást einki til stórarbeiði, ið var gjørt.
Vit er sera nøgd við alt arbeiðið, og okkara jarðhitaskipan.
Kundi
Vit keyptu jarðhita loysn frá Demich. Jarðhiti stóð fyri at bora holið. Arbeiðið gekk skjótt og væl. Tað besta var, at arbeiðið var sera væl frágingið. Tað var sera væl ruddað, alt var upptikið og túnið var spulað.
Kundi
Eysturoy
Vit búgva í mitt í Havn, so vit hildu ikki, at vit kundu fáa jarðhita, vegna lítið pláss. Eitt vinfólkapar hjá okkum høvdu júst fingið sær jarðhita, og bóðu okkum spyrja, hóast plásstrot - tað gjørdu vit so.
Nógv skuldi fyrireikast áðrenn boringin kundi byrja, men tá alt kom til alt, so gekk alt arbeiðið sera væl. Takk til tykkum øll, sum fingu hetta at bera til. Takk!