Búmerkið hjá felagnum
10. jan. 2024

Jarðhitaskipan til gomlu Kommandørhúsini.

Kommandørhúsini yviri við Strond skulu í framtíðini vera gistingarhús. Tey, ið hava keypt húsini, eru í løtuni við at umvæla og innrætta húsið til hetta endamálið.

Sum gistingarhús eru Kommandørhúsini vælegnað. Útsýni er avbera gott yvir fjørðin og grundstykkið gongur eisini heilt oman í fjørðuna og gevur hetta møguleika hjá ferðafólki at njóta føroysku náttúruna, sum er beint uttanfyri vindeyga.

P/F Svend Krosstein hevur útvegað jarðhitaskipanina og stendur fyri íbindingararbeiðinum. Á grundstykkinum eru borað tvey jarðhitahol, ið eru 180 metur djúp. Hesi skulu tryggja at húsini hava nokk av orku til upphiting og heitt brúksvatn. HVS Tøkni Sp/f stendur fyri rørarbeiðinum í húsinum.

Ein jarðhitaskipan er snild, tí hon fær nýtt orkuna, sum finst í jørðini. Hetta verður gjørt, við at ein strongur verður lagdur í jarðhitaholið. Veskan í hesum strongi, eisini kallað brina, verður upphitað og tilførda orkan verður hareftir leidd inn í húsið har jarðhitapumpan stendur.

Jarðhitaskipanin er tann nýggjasta av merkinum Danfoss (Thermia) við einum høgum nyttustigi. Nyttustigið fortelur nakað um hvussu nógva hitaorku ein fær úr skipanini. Danfoss (Thermia) upplýsir at árliga nyttustigið (SCOP) er heilt upp í 5,4. Hetta merkir, at úr einum kWh av streymorku framleiðir jarðhitapumpan í miðal 5,4 kWh av hitaorku um árið.

Ein slík upplýsing skal sjálvandi takast við fyrivarni, tí tað eru fleiri faktorar, ið kunnu broyta hetta. Hetta hongur m.a. av framleypshitanum í húsinum og hitanum á veskuni úr jarðhitaholinum.